22.09.23

Ókeypis Strok og Píka Sjey

Allir næmingar í 1.-7. flokki fáa Píka 7 ella Strok ókeypis

Fyri tíð síðan samtykti Sunda kommuna at bjóða næmingunum í 1., 2. og 3. flokki blaðið Píka 7 ókeypis og næmingarnir í 4., 5., 6. og 7. flokki fáa Strok ókeypis. Í Skúlanum við Streymin eggja starvsfólkini næmingunum til at lesa nógv, og hesi bløð eru við til, at næmingarnir kunnu lesa um evni, sum tey hava áhuga í. Hjá foreldrum eru hesi bløð eisini kærkomin í samband við at lesa saman við børnum sínum og fyri at koma inn á ymisk evni, sum børnini eru partur av í gerandisdegnum.