Foreldur og skúli

Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

Hvat kunnu foreldur vænta av skúlanum?

  • At børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar
  • At skúlin hevur lærarar við hollum kunnleika at undirvísa at lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir
  • At lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra at børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinarlag í flokkinum
  • At lærarar eru fólkaligir og tosa hampuliga við næmingar og felagar
  • At lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum
  • At foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði
  • At foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt

Hvat væntar skúlin av foreldrunum?

At næmingarnir:

  • Møta rættstundis
  • Hava etið morgunmat og eru væl hvíldir
  • Hava gjørt heimaarbeiði
  • Eru fólkaligir, og tosa hampuliga við lærarar og felagar ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild
  • Hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum

At foreldrini:

  • Hjálpa børnunum við heimaarbeiði
  • Greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá lærarunum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærarar, felagar og øll, sum eru í skúlanum
  • Læra børnini samanhald, ábyrgd og vinarlag
  • Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (t.d. sjúka)

 

Vitja heimasíðuna

Kunning um námsætlanir