Myndirnar til framløguna í Vonsild
- framløga í kolding.pdf (11.76 MB)
Framløga á Vonsild skole
- Framløga Vonsild.docx (14.58 KB)

text
4/2-22
Góðu foreldur í 6. flokki :)
Stuðulspengar
Í samband við stuðulsrenningina hava vit gjørt tað soleiðis, at næmingarnir hava fingið pappír við heim til sínar stuðlar, soleiðis at tey kunnu flyta peningin inn á konto hjá 6. flokki í Norðoya Sparikassa 9865 3257899. Deiligt, um tit hjálpa til at fáa hetta út til stuðlarnar, soleiðis at peningurin verður fluttur. Fleiri hava longu flutt, og tað sær gott út.
Allir stuðlarnir verða við í lutakastinum í næstu viku, tá pengarnir eru komnir.
Vinarliga
Guðrun, Thordis og Mirjam

Oyrarbakki 14. januar 2022
Góðu foreldur
So eru vit rættuliga farin í gongd við at gera okkum klár at fara á vitjan í Vondsild.
Ferðaætlanin er soleiðis:
21.mars 2022 Vágar - Billund fráferð kl.14:55 – koma kl.17:45
25.mars 2022 Kastrup - Vágar fráferð kl.12:50 – koma kl.14:05
Tað, sum vit nú eru farin í gongd við, er at leggja eina ætlan fyri innsavnan av pengum.
Vit hava fingið játtaðan stuðul frá kommununi. So tá ið vit hava arbeitt fyri kommununa í 8 tímar hvør – fáa vit stuðulin útgoldnan. Hetta fara vit at gera so skjótt, sum møguligt.
Síðan fara vit at hava eina stuðulsrenning, har allir næmingarnir skulu út at renna í ein hálvan tíma.
Næmingarnir fáa stuðulsseðlarnar heim við mánadagin og skulu so brúka eina viku til at finna sær nakrar stuðlar.
So skjótt, sum tað er ein góður dagur, fara vit at skipa fyri renningini.
Men, vit skulu gjalda depositum longu 17. januar og enn hava vit ikki eina krónu í kassanum, so vit hava avgjørt, at hvør næmingur flytir 250,- kr á konto 9865 3257899. Hesir pengarnir vera so í fyrsta umfari brúktir til depositum, tá ið vit so eru liðug at samla pengar inn, gerast hesir pengarnir til lummapengar.
Um ikki so langa tíð, so fáa tit aftur eitt skriv heim, tá er tað meira tey praktiski tingini, sum skulu fyrireikast, í samband við túrin.
Vinarliga Thordis, Mirjam og Guðrun
19.11.21
Hey tit :D
Tá vit høvdu fyrra foreldrafundin fyri 6. flokki varð avgjørt, at foreldrini hjá hesum eru í foreldrabólkinum í ár: Ata Mariu, Magnus Paula, Sáru og Sonju.
Gott um tit kunnu skipa fyri onkrum tiltaki fyri øllum flokkinum :)
Góðu foreldur í 6.flokki 22/10-21
Í komandi viku týsdagin til mánadagin eru Thordis og eg burturstaddar. Vit skulu til Noreg í samband við arbeiðið.
Eisini eru Durita og Vanja sjúkrameldaðar í eina tíð. Av tí sama verða fleiri vikarar inni í flokkinum fyri okkum.
Góðu kunnu tit tosa við barn tykkara um at vera fitt og hampulig við allar vikararnar og lærararnar.
Okkara motto er enn, at vit ynskja at 6. flokkur skal vera ein flokkur við góðum arbeiðslagi, málburði og atburði, soleiðis at øll í flokkinum fáa so nógv burtur úr tímunum sum gjørligt.
ATBURÐUR
MÁLBURÐUR
ARBEÐSLAG
Gott vikuskifti :)
Blíðar heilsanir Guðrun
Boðklivin 6.a
Góðu foreldur í 6. flokki 21/8-21
Nú eru vit so smátt farin í gongd við nýggja skúlaárið. Gott er at síggja næmingarnar aftur og hjá teimum at vera saman aftur. Tey hava fingið nakrar bøkur, sum skulu bindast inn, tó ikki arbeiðsbókøkur.
Lærugreinarnar eru tær somu sum í fjør, og eingin nýggjur næmingur er komin í flokkin í ár. Sandra er flutt, so hon er i flokkinum longur.
Tann stóra broytingin í ár er, at nú verða tveir lærarar í flokkinum í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Sostatt eru tríggir nýggir lærarar komnir afturat, hesar eru, Marita, Durita og Marjun.
Vit eru í somu skúlastovu sum í fjør og vit hava eisini grannastovuna at brúka, tá vit býta flokkin sundur. So umstøðurnar eru sera góðar og vit eru spentar upp á hetta nýggja skúlaárið.
Vinarliga
Guðrun Elttør
18/02-21
Uppbýting til ítrótt og svimjing
Í staka viku (hesa vikuna hava vit viku 15) hava hesi svimjing:
Jóna Lif, Anja, Eivør, Vár, Margreta, Sára, Búi, Hóri, Rókur, Eyðvarður, Jónas Benjamin, Tóroddur, Levi og Sofus.
Í staka viku hava hesi ítrótt:
Hallgerð, Sonja, Ata Maria, Sandra, Theresa, Silas, Magnus Pauli, Rúni, Hjalti, Magnus, Mathias og Jens.
Her er leiknkjan til heklingina
Góðu foreldur í 5. flokki fríggjadagur 19/2-21
Í vikuni hava børnini fingið trý arbeiðsheftir við í føroyskum og donskum, sum vit eru liðug at arbeiða við. Tey liggja í taskuni. Tað hevði verið gott fyri børnini, um tit kunnu hyggja eftir teimum og tosa við barn tykkara um, hvat vit hava arbeitt við.
Spøl til flokkin
Um tit hava eitt borðspæl, sum vit kunnu læna til flokkin. Kunnu tit so siga mær frá hvat spæl tað er, og møguliga lata tað vera í skúlanum í eina tíð?
Skriva til mín á 757403.
Hugni í flokkinum
Planurin er, at vit av og á fara at hugna okkum við onkrum etandi og spølum fyri at samasjóva flokkin.
Tankin er, at vit eta keks, slikk, kaku, kips ella okkurt annað. Ikki nakað stórt, tað skal bara ikki innihelda mjólk.
Kunnu tit siga mær frá, um tit kunnu koma við onkrum etandi? So seti eg meg í samband við tykkum í tí sambandi.
Um tit vilja koma við onkrum leskiligum til 5. flokk, skriva so til mín á 757403
Gott vikuskiftið
Guðrun :)

11/12- 2020
Góðu foreldur í 5.a
Í komandi viku fara vit ikki hava vanliga tímatalvu. Sí vikuætlanina.
Øll í 5.a hava í dag fingið bókina Tsatsiki og hamarin at lesa. Hetta er í samband við Føroyar lesa og er tað fyri at stimbra øllum føroyskum børnum í at lesa meira - og tey skulu eiga bókina. Vónandi verða tey glað fyri hana og ynskja at lesa hana.
https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/
Vit vilja mala til at halda fast við at lesa 20 min. dagliga - eisini í jólafrítíðini :)

Á foreldrafundinum hóskvøldið 17. sep. varð avgjørt at hava ein foreldrabólk.
Foreldur hjá hesum fýra børnunum er í bólkinum:
Mathias
Magnus
Hallgerð
Theresu
Takk fyri, at tit vilja skipa fyri tveimum tiltøkum í hesum skúlaárinum, fyri børnum og foreldrum í 5.a :)