Førleikastovan

Førleikastovan

Leiðari & serlærari: Mirjam Zachariasen

Telefon: 72 23 82
Teldupost: mirjam.zachariasen@skulin.fo 

 

AKT: Katrin Højsted
Lesivegleiðari: Mai-Britt Holm Andersen
Orðblindalærari: Fridrikka D. Kjeld
Starvslæra: Birita Sigmundsdóttir
Støddfrøðivegleiðari:
Andreas Lava Olsen
SSP: Marjun Danielsen & Vanja Ejdesgaard

 

Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.

Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingum skúlans á bestan hátt og at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.

Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og hugskotsgeving til einstaklingalæraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.