Boðklivin

Góðu foreldur

Í sambandi við at várveitslan í hádeildini verður fríggjadagin 24. februar, hava vit frætt, at næmingar ætla sær til eitt eftirball í Hósvík eftir veitsluna í skúlanum. Skúlin vil gera vart við, at skúlin hvørki stuðlar ella hevur ábyrgd av hesum tiltaki og eru tað tí tit foreldur, sum mugu taka avgerð um barn tykkara, skal til hetta tiltakið ella ikki.

Várveitslan í skúlanum verður hildin í andanum av SSP, uttan rusdrekka.

Vinarliga

Leiðslan

Jólaveitslan 2022

Fríggjakvøldið 16. desembur verður stór jólaveitsla í skúlanum fyri 7., 8., 9. og 10. flokk. Góður tónleikur, góður matur og gott undirhald verður á skránni. Kostnaður er 100 kr. Tilmelding er í seinasta lagi 12. desembur. Tit síggja meira um jólaveitsluna á myndini.