Boðklivin
3.fl hevur fingið innbjóðing til kappingina "Hvør veit" spurdi tey um tey høvdu hug at royna og tað vóru tey við upp á. Okkara næmingar skulu møta hósdagin 23.mars kl.8:45 í KVF og tey skulu kappast móti skúlanum í Eysturkommunu. 11 næmingar skulu luttaka aktivt, meðan hini heppa á tey, sum eru í kapping
skráin er hendan:
8:45 -Vit møta í KVF og gera okkum klár
9:00- Kunning og upptøkur
10:30 -Matarsteðgur
11:00 - Upptøkur
13.00 - Liðugt og vit takka fyri
Børnini skulu hava matpakka við og KVF bjóðar okkurt at drekka. Best er, at børnini eru í litføgrum klæðum. KVF betalir ferðakostnaðin.
Foreldraviðtalur 3.fl várhálvan.
- Viðtalur seinna hálva 3.docx (11.78 KB)
10. tími.
Skriva tvíljóðini ei, ey, oy á svørtu talvu.
Stavið í felag: eru, skínur, slíkt, má, pápi, rópa, vita, lata, neyt, lítla, vera, Óli, sólin, piltar, Einar.
Fyrisøgn.
Neytini eru fró í morgun, tí sólin skínur. Tey vita ikki av, at tveir piltar fara at royna at koyra smáar steinar oman á tey. Men Elin og Óli vita av tí og fara heim. Tey hoyra lítla Einar rópa, at tey fara heim at slatra. Men tey halda, at slíkt má pápi fáa at vita, tí teir skulu lata neytini vera.
Boðklivin 3. flokkur
Flokslærari: Sigrid Vang , Tlf.: 504 506 , T-post: sigrid.kristianna.vang@skulin.fo

Dansikapping um besta dansibólk 2023

Skúlin hevur sett Kristiannu í Kolsbyrgi í starv í Skúlanum við Streymin. Kristianna er ættað av Eiði og býr í Norðagøtu og er 32 ára gomul. Kristianna kemur at undirvísa í donskum í 3.flokki fram til summarfrítíðina.
Vh
Sonni, Skúlastjóri
Góðu tit
Eg vil kunna tykkum um, at June-Eyð hevur valt at fara úr starvinum, sum lærari í Skúlanum við Streymin. Vit takka hjartaliga June-Eyð fyri tíðina í skúlanum og ynskja henni bestu eydnu framyvir.
Vh
Sonni, skúlastjóri
Foreldraviðtalurnar í viku 43 - 2022
- Ongar fílur
Góðu foreldur teir næmingar sum mangla ávísar uppgávur í arbeiðsbókini til Hervør og Høgna hava fingið bøkurnar við í taskuna heim, so tað blívur gjørt. Vinaliga hyggið í taskurnar og tosið við børnini um at arbeiða væl í tímunum, so tey sleppa undan at gera meira heima enn neyðugt.
Tey, sum mangla at gera síðurnar 22, 23, 24, og 25 í Arbeiðsbókini til Hervør og Høgna gera tær heima til mánadagin. Og minnist til at hava bøkurnar við aftur í skúlan!!
Góðu foreldur
Kunnu tit hyggja í pennahúsan hjá børnum tykkara og tryggja tykkum at alt, sum skal vera í pennahúsanum er har? Vit fara at kekka pennahúsan hesa vikuna.
- einir tríggir væl spískaðir blýantar
- viskileður
- blýantspýskari ( sum passar til blýantarnar)
- linial
- saksur
- límstift
Heilsan flokslærarin :)

Myndir frá útivikuni her .
Evnisvika grunddeild #5
01.04.22
Tíbetur eydnaðist tað dreinginum at koma og fortelja, hvør veruliga hetjan var, og slapp hann at giftast við prinsessuni. Brúdleyp var á kongsborgini, og alt endaði væl.
Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð

















Evnisvika grunddeild #4
31.03.22
Drongurin drap trøllið og skuldi giftast við prinsessuni, men eitt ótýggi hevur dripið dreingin, tikið prinsessuni og sagt, at hann átti æruna. So í morgin skal prinsessan eftir ætlan giftast við ótýgginum, og grunddeildin er boðin í brúdleyp á kongsborgini.
Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð















Evnisvika grunddeild #3
30.03.22
Kongur hevur lovað, at tann, sum klárar at drepa trøllið á fjallinum við teimum tíggju høvdinum, skal sleppa at giftast við prinsessuni. Í dag hava vit gjørt trøllahøvd og prýðið til kongsborgina.
Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð














































Evnisvika grunddeild #2
29.03.22
Í dag hoyrdu meira av ævintýrinum "Trøllið á fjallinum". Eisini gingu vit út á Oyrar at heinta steinar til trøll. Veðrið var av tí besta, og tí bleiv tað ein so deiligur túrur.
Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð



























Evnisvika grunddeild #1
28.03.22
Grunddeildin arbeiðir við ævintýrinum "Trøllið á fjallinum" hesa vikuna. Í dag hava vit hoyrt fyrsta brotið av ævintýrinum, og hava vit teknað eina tekning í vøkru ævintýrabókina. Drongurin í ævintýrinum fær eitt svørð og eina ryssu, og tí hava vit gjørt svørð og riðið ein túr á ryssuni hjá Herolvi. Ein deiligur dagur. Erikka, Hanna, Sigrid og June-Eyð


























6.2.2022
Læraralesandi í starvsvenjing í 2.flokki
Góðu næmingar og foreldur
í Viku 6-10 kemur ein læraralesandi á 3.ári í starvsvenjing í skúlanum við Streymin. Hon kemur at standa fyri støddfrøði undirvísingini í 2.flokki hetta tíðarskeiðið, men eg verið eisini til staðar og vegleiði. Næmingarnir eru kunnaðir um hetta.
Vit gleða okkum og vilja taka væl ímóti henni.
Vinarlia heilsan, Hanna
17.januar 2022
Kunning um e-bøkur
* Læribøkurnar í føroyskum og støddfrøði eru talgildar og finnast her: ibok.nam.fo
Her rita tit inn við "brúkaranavn"@skulin.fo og loyniorð, sum tit hava fingið.
- Í vinstru síðu eru bøkurnar deildar upp í linjugreinar - vel t.d. "støddfrøði" og "Rokning 2b"
- ella skriva "Rokning 2b" í leiti-økið ovast í høgru síðu.
Á heimasíðuni fáa tit lisið í bókunum, men tað ber ikki til at skriva í tær, tí má roknast á blað ella í eitt heftið.
Roknispøl
* Her er ein leinkja, sum hevur nógv ymisk og stuttlig roknispøl, sum eru uppdeild í evnir. Vel fyrst 2.flokk (2nd grade) ovast á síðuni og síðani velja tit fyrsta evnið sum er "pluss og minus". Spølini eru á enskum: mathplayground.com

26.05.21
Í dag hava vit í grunddeildini verið ein túr í Náttúrulundini. Myndir frá túrini kunnu síggjast her.
Mirjam, Hanna, Sigrid og June-Eyð
Foreldrabólkurin 2020 - 2021
- Foreldrabólkurin hetta skúlaárið.docx (11.85 KB)