Yrkisútbúgvingar

Tekniskt yrkisnám (Havn og Klaksvík)

  • Timbur
  • Snikkara
  • Elektrikara
  • Bilsmið
  • Metal
  • Hárfríðkan
  • Klædnaatstøði
  • Tilvirkisatstøði (úr m.a. ull, skinni, horni og skræðu)
  • Matvøruútbúgving

Upptøkukrav

  • 9. floks prógv
  • Til summar breytir er tað ein stórur fyrimunur at hava alisfrøði og evnafrøði (tó ikki krav)

FHS Yrkisnám (Havn, Kambsdalur, Hov)

  • Fyrisiting
  • Handil
  • Skrivstova
  • Tænasta

FHS Yrkisnám er støðisútbúgving fyri fleiri styttri útbúgvingar innan handil, tænastu, skrivstovu og fyrisiting, sum tekur eitt ár.

Ætlar tú at fara í læru innan fyrisiting, skrivstovu og handil, er FHS Yrkisnám ein partur av læruni, um tú ikki longu hevur tikið FHS.

Við FHS prógvi kanst tú eisini sleppa inn á annað árið á búskaparbreyt á miðnámi, um tú hevur røttu samansetingina av lærugreinum.

Upptøkukrav

  • 9. floks prógv
  • Er ætlanin at halda fram á búskaparbreyt og velja fremmand mál sum framhaldsmál, kann tað vera ein fyrimunur at hava havt týskt

Yrkisnám - heilsuskúlin (Hov)

Upptøkukrav

Heilsuhjálpari:

  • 1. floks prógv
  • 1 ára arbeiðsroyndir ella 10. flokk

Heilsurøktari:

  • Heilsuhjálpari
  • Alisfrøði og evnafrøði er ikki krav, men kann vera ein fyrimunur