Boðklivin

Pyntidagur og annað

Fríggjadagin er ein "pyntidagur", hetta merkir at hetta eisini er hugnaligur dagur. Góðu foreldur, kann onkur av tykkum forbarma seg yvir okkum, og baka okkum okkum eina skuffukøku? 

Annars: Góðu næmingar havi endiliga nissuhúgvu við og um tit eiga "ugly"-christma-sweatert, ella okkurt annað jólaligt.  

Dagurin er soleiðs skipaður: Vanlig skúlagong til 9:30. Restina av degnum er klipp og pynting á skránni. Minsta mark er, at klippa ein eingil og eitt hjarta. Er øll orkan búkt tá tað er klipt, fara tit suður um, at spæla og telva saman við Jan. 

Góðu næmingar

So eru vit byrja at lesa reyðar bøkur.

Gott um øll eru við, tí so hava øll møguleika at gleðast um at fáa skúm jólamenn.

Vh. okkara skúlabókasavn.

Góðu foreldur og onnur avvarandi. 

Um næmingurin ikki ger tað í skúlanum, sum er planlagt, vænta vit at hetta verður gjørt heima. So góðu tit, hyggð á vikuseðilin og fylg væl við - øll kunningin liggur har. 

Eitt rómverskt L, er tað sama sum eitt 50. 

Hjartaliga tillukku Brúgvin um Streymin.

Eingin myndasøvn

Góðu foreldur og onnur avvarandi. 

6. flokkur fer at skriva ein lítla bók til https://atlantbib.org Bókin hjá okkum er um "Brúgvin um Streymin 50 ár". Í hesum sambandi hava vit brúk fyri bíløtum. Tað finnast nógv bíløt av brúnni, men tað er stórt arbeiði at fáa upphavrættin til bíløtini til vega, tí hevði tað lætt um, um tit eiga bíløtini. 

Tað er gott við bæði nýggjari og gomlum bíløtum - eisini tá brúgvin var í gerð. 

Vh 

Erikka

 

Juniorar – foreldur bjóðaði við

Nú byrjar junior aftur fyri 4.-7. flokk mikukvøldið 27. sept, og sum nakað nýtt bjóða vit øllum foreldrunum við á junior hetta kvøldið.

Á skránni verður: Sangur, andakt, kunning til foreldur og juniorar.

Vit fara at hugna okkum við spæli og fáa ein drekkamunn.

Eisini fara vit at grilla skúmfidusar.

Vit gleða okkum at síggja tykkum bæði foreldur og juniorar.

Vit bjóða øllum teimum sum farin eru í 4. flokk at verða vælkomin til junior.

Síggjast í Hvalvíkar missiónshúsið kl 18.30

Jákup Erlingsson Petersen
Sóknarprestur, Norðstreymoyar eystara prestagjald


Tel. +298 42 20 08 
Fartel. +298 23 73 19 

 

 

Nýggj genta í 6.flokki :) 

Oyrarbakki 18.08.23

Mánadagin 21.08.23 byrjar Olivia í 6.flokki. Olivia býr á Eiði. Vit eru spent at taka í móti Oliviu og ynskja henni hjartaliga vælkomnari í Skúlan við Streymin :)   

Pokémon 

Góðu foreldur........ eg havi gjørt avtalu við næmingarnir, sum hava Pokémon-kort við í skúla, at tey hava hósdagin og fríggjadagin til at prógva, at tey megna at hava kortini við, uttan at tað órógvar undirvísingina. Hetta tí, at tað órógvar so ómetalig illa, í og við at næmingarnir ikki megna at sleppa Pokémon-spæinum áðrenn undirvísingin byrjar.  Eydnast hetta er tað gott, men eydnast tað ikki, og eru tað aðrar reglur sum koma í gildi. 

Foreldur at næmingum sum ganga til tónleik. 

Frá í dag av, ganga næmingar til samanspæl týsmorgun kl 09:50, Hetta er: Ejnar, Eyðbjørg, Henry, Oddvør, Oddvør Alberta, Sára, Sesilia og Yana. 

Annars er at siga um ljóðførini, at tey eiga ikki at verða sett eftir í skúlanum aftaná venjing, men skulu heim við. Skúlin við Streymin tekur og hevur ikki ábyrgdina av ljóðførunum

Uppskot til meginreglur í 5. a  

Ein meginregla merkir: støði undir hugsan ella gerð, aðalregla, grundregla, høvuðsregla, grundsetningur, reglulag   
 
Umsorgan:  
Tað at røkta og vera um tey (ið ein hevur uttan um seg), hava umsorgan fyri, røkja, ansa eftir, síggja til; stóra umsorgan hevur hon havt fyri okkum og børnum okkara; stóra umsorgan vístu tey honum.  
 
Virðing:  
Tað at virða el. meta høgt, tað at verða virdur.  
 
Hjálpsemi  
Tað at vera hjálpsamur, at vísa beinasemi.  
 
Arbeiðslag  
Handalag og atburður í arbeiði (serl. hjá hinum einstaka), gott (ringt) arbeiðslag    
 
 
Ein viðgerð er eftir, tað er triðja viðgerð, og hon verður væntandi um eina ella tvær vikur.  

Foreldrabólkar

Setursskúli

Nú eru myndir lagdar inn frá setursskúlanum,trýst Her

Setursskúli

Vit hava havt ein sera góðan túr í Vík. Børnini hugnaðu sær, vit vitjaðu kirkjuna, gingu niðan til minnisvarðan og gingu ein túr niðan í Kluftá. Stuttligt og gott :)

Grækarismessa

Grækarismessa Á Grækarismessu í regninum fóru 2. og 3. flokkur ein túr yvir í Náttúrulundina at vita, um vit sóu nøkur tjøldur. Nøkur vóru heppin at síggja nøkur fáa, men annars var ikki nógv at síggja. Tó høvdu vit ein góðan, vátan og kaldan túr. Heimkomin í skúlan kliptu vit nøkur fitt tjøldur at heingja upp í stóru vindeyguni í klædnarúminum.

Góða grækarismessu!

Vinarliga Mirjam og June-Eyð