Boðklivin

Hey

Næmingarnir hava fingið nýggjan lesilumma við heim í taskuna í dag. So nú fara vit at herja á lesingina aftur.

Vit byrja øll uppá krabbabøkur (gulur krabbi er tann lættasti, síðani kemur tann appilsinguli), tey flestu byrja við tí gula, onkur er komin til tann appilsingula. 

Vit fara at brúka lesilumman í skúlanum og heima, krossarnar seta tey í tá tey lesa heima. Eg seti í vikuætlanina nær tey skulu lesa og hvussu leingi (men tey eru vælkomin til at lesa meir og oftari). 

Í lesilummanum eru tríggir teigar: 1.ferð, 2 ferð, uppgávur. Tey lesa í 10 min, og seta ein kross í hvørja ferð tey hava lisið bókina lidna. Summi klára at lesa eina krabbabók fleiri enn 2 ferðir uppá 10 min, um so er at tað hendir heima, kunnu tit evt. eggja barninum at lesa í eini aðrari bók restina av tíðini, tit kunnu biða tey lesa hart fyri tykkum, tosa um innihald, ella um onkur orð osv. Hetta kann eisini gerast hóast barnið brúkar allar 10 min uppá lesingina. 

Áhugin frá foreldrum hevur ávirkan á lesigleðina og menningina hjá barninum.

Eg fari eisini at fylgja við og gevi teimum tvær krabbabøkur í lumman, um tørvur er á tí, soleiðis at nokk er at lesa. 

Uppgávurnar verða sum oftast gjørdar í skúlanum (tá seta tey krossin her), men tað kann eisini henda at tær koma heim við.

Spyrji enduliga um tit yvast. 

Gott vikuskiftið

Kristianna

Hey Hey 

Týsdagin í næstu viku skulu næmingarnir i 2.flokki inn til heilsufrøðingin, tey fáa ein brævbjálva heim við í morgin.

Hey tit øll.

Nú er fyrsta tíðin í 2.flokki fráliðin. Vit eru farin í gongd við tilfari Finka, og er nógv spennandi at arbeiða við. Eg vísi tykkum tilfari á felagsforeldrafundinum 12.septembur.

Eisini fara vit at halda fram við bókini Lær teg at stava, um bókin er enda heima leggi hana so í taskuna hjá næmingunum. 

Vh Kristianna :) 

Skúlarenning 2023

Seinapartur hósdagin 8.juni

Handaverk og list

Í dag hava vit verið úti og rudda rundan um skúlan. Vit tosaðu um hvørjum vit hjálpa tá vit rudda úti í náttúruni, har vóru ymisk boð, eitt nú: skúlanum, náttúruni og djórunum. Vit ætla okkum at arbeiða fram í móti at gera ymiskar figurar burtur úr ruskinum o.ø vit fara at samla inn. Vit sorteraðu ruskið og valdi hvat vit kunnu brúka til figurarnar og hvat skal beinast burtur.

Alt í alt ein deiligur dagur ☺️

Freistin at flyta peningin til Leit er mánadagin 8. mai 2023. Vinarliga váttið á skjalið, at tit hava goldið.

Foreldraviðtalur. Nú er tíð til seinnu viðtalurnar í 1.flokki. Vidheft er eitt skjal við yvirliti yvir tíðum. Um tað ikki liggur fyri at koma til tíðina tit hava fingið, kunnu tit býta um innanhýsis, men boði mær frá tá broytingin er framd.

Skrá til evnisvikuna

Eg boða tykkum foreldrum frá, at eg fari úr starvinum, sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin fríggjadagin 31.03.23. Eg havi valt, at fara í annað starv.

Barna og Undirvísingarstýrið kemur í næstum, at lýsa starvið leyst og verður væntandi nýggjur stjóri settur til Skúlin við Streymin frá 1. apríl, at rokna.

Eg havi havt nøkur fantastik ár her á skúlanum og vil takka tykkum foreldur fyri gott samstarv.

Vinarliga

Sonni Djurhuus, skúlastjóri

100 daga veitsla

Hyggi eftir um næmingarnir hava alt teimum tørvar í pennalarhúsinum.

- Tveir blýantar
- Viskileður
- Spískara
- Linneal 
- Farvublýantar
Gott er um blýantanrir eru spískir og klárir at brúka tá barnið kemur í skúla. 

Eisini er gott at hava drekkidunk við í skúla. 

Vinarliga Kristianna :) 

Boðklivin 1. flokkur

Flokslærari: Kristianna í Kolsbyrgi

Skúlin hevur sett Kristiannu í Kolsbyrgi í starv, sum flokslærara í 1.flokki fram til summarfrítíðina. Kristianna er 32 ára gomul og er ættað av Eiði og býr í Norðagøtu.

Vh

Sonni, skúlastjóri

Jólasangirnir

Góðu tit

Eg vil kunna tykkum um, at June-Eyð hevur valt at fara úr starvinum, sum lærari í Skúlanum við Streymin. Vit takka hjartaliga June-Eyð fyri tíðina í skúlanum og ynskja henni bestu eydnu framyvir. Flokslærari í flokkinum verður Mirjam Zachariasen.

Vh

Sonni, skúlastjóri