Boðklivin
Næmingarnir hava fingið "STROK" í dag og tað liggur í taskuni. Við vón um at bæði næmingar og foreldur taka væl ímótið blaðnum.

Fyrisøgn
Fyrisøgn 20. mars 2023
Hon skuldi júst siga okkurt, tá ið telefonin ringdi. "Hey, góði. Hvar ert tú?" Mamman hugdi spyrjandi upp á pápan, Hann suffaði og helt fyri, at veðrið var somikið gott, at drongurin gott kundi ganga. Ella taka bussin.
Men tveir minuttir seidni sat Óli kortini í bilinum. Hann hevði als ikki stundir at koyra eftir soninum, men hin vegin orkaði hann ikki at siga honum ímóti.
Fyrisøgn 27. mars 2023
Nú var eingin vegur aftur. Stina skuldi gera tað. Avbjóðingin var, at hon skuldi sníkja seg til húsini hjá Karini og teimum og geva gentuni ein ordiligan hvøkk. Hon var farin heim so tíðliga og hevði tí sjálv biðið um at vera ofrið. Gentan var forbankað ser. Og hon gekk næstan alíð fyri seg sjálva.
Tað fór at liggja væl fyri at vinna Karini neisur. Pápin var til skips, og mamman og tey yngru systkini svóvu á loftinum.

Pokémon
Góðu foreldur........ eg havi gjørt avtalu við næmingarnir, sum hava Pokémon-kort við í skúla, at tey hava hósdagin og fríggjadagin til at prógva, at tey megna at hava kortini við, uttan at tað órógvar undirvísingina. Hetta tí, at tað órógvar so ómetalig illa, í og við at næmingarnir ikki megna at sleppa Pokémon-spæinum áðrenn undirvísingin byrjar. Eydnast hetta er tað gott, men eydnast tað ikki, og eru tað aðrar reglur sum koma í gildi.

Dansikapping um besta dansibólk 2023
Foreldur at næmingum sum ganga til tónleik.
Frá í dag av, ganga næmingar til samanspæl týsmorgun kl 09:50, Hetta er: Ejnar, Eyðbjørg, Henry, Oddvør, Oddvør Alberta, Sára, Sesilia og Yana.
Annars er at siga um ljóðførini, at tey eiga ikki at verða sett eftir í skúlanum aftaná venjing, men skulu heim við. Skúlin við Streymin tekur og hevur ikki ábyrgdina av ljóðførunum
Uppskot til meginreglur í 5. a
Ein meginregla merkir: støði undir hugsan ella gerð, aðalregla, grundregla, høvuðsregla, grundsetningur, reglulag
Umsorgan:
Tað at røkta og vera um tey (ið ein hevur uttan um seg), hava umsorgan fyri, røkja, ansa eftir, síggja til; stóra umsorgan hevur hon havt fyri okkum og børnum okkara; stóra umsorgan vístu tey honum.
Virðing:
Tað at virða el. meta høgt, tað at verða virdur.
Hjálpsemi
Tað at vera hjálpsamur, at vísa beinasemi.
Arbeiðslag
Handalag og atburður í arbeiði (serl. hjá hinum einstaka), gott (ringt) arbeiðslag
Ein viðgerð er eftir, tað er triðja viðgerð, og hon verður væntandi um eina ella tvær vikur.

Skráin fyri junior
Vit gleða okkum at síggja teg ???? Øll, sum ganga í 4.,5.,6., og 7. flokki eru hjartaliga vælkomin!
Vit møtast fyrstu ferð mikukvøldið 5. oktobur kl. 18.30. Um veðrið er til tað, grilla vit skúmfidusar uttanfyri.
Eftir heystfrítíðina, tann 19. møta vit í Nesvík Høllini til spæl og hugna!
Flestu kvøld verður okkurt kreativt, t.d. at gera smykkur, smíða, mála og annað spennandi.
Vit fáa altíð okkurt gott at eta ????
JUNIOR-LEGA verður eisini!! Fríggjad-leygardag 4-5 novembur í Haldórsvíkar avhaldshúsi. Man kann tilmelda seg í missiónshúsinum.
Hesi hava ábyrgd:
Reidunn Herlufsdóttir, Linda Dahl-Olsen, Jóhanna Wenningstedt, Finn Larsen, Haraldur S Hammer, Eyðstein Zachariasen, Jákup E Petersen.
Vit síggjast í Hvalvíkar Missiónshúsi
Rudda Føroyar
Miðdeildin 4.-6 flokkur rudda økið Streymoyarmegin í Náttúrulundini.
- Tilfarið sum funnið verður, verður sorterað í plastik, træ og annað tilfar
- Tit fáa posar at sortera í frá leiðsluni.
- Tilfarið verður borið á vegin, sum gongur frá hvíta garnhúsinum.
Vit byrja kl.8.30 og arbeiða fram til kl.12.00, tá alt tilfarið skal vera savnað á ymisku økjunum.
Arbeiðsfólk frá Sunda Kommunu koma og avheinta tilfarið.
Gingið verður heimaftur til skúlan og fara næmingarnir heim kl.12.45 við bussinum.
G.G Næmingarnir skulu vera í arbeiðsklæðum, skóm sum er vatntættir ella í gummistylvum og, um tørvur er á tí, helst hava handskar við heimaífrá.
Fyrisøgn
Tað var eitt heitt og kvalið summarkvøld, eitt av hesum, tú ikki upplivir so ofta í Føroyum, so eg hevði sett kamarsvindeygað á glopp, so tað ikki skuldi blíva ov heitt at liggja og lesa.
Eg hevði lisið í einar tveir tímar, tá ið Darwin fór at goyggja sum eitt ørt. Tað er ikki heilt óvanligt, at Darwin goyr eftir fólki, sum ganga fram við húsum okkara, so eg lá eina løtu og bíðaði, at tað fór at ganga yvir, sum tað plagdi.
Men tað gjørdi tað ikki. Og verri var, at sum tíðin leið, bleiv tann veiki deymurin av smørsýru, altsamt sterkari. Eg mátti hava fríska luft.


Til komandi hósdag, 15. september, skulu allir næmingar hava lisið heima í "Nem í fimta", søgan "Blóðmottufellan", frá síðu 27 - 37. Í skúlanum arbeiða vit síðani víðari við søguni.
Foreldrabólkar
- Foreldrabólkar.pdf (422.85 KB)

Setursskúli
Nú eru myndir lagdar inn frá setursskúlanum,trýst Her.

26.05.21
Í dag hava vit í grunddeildini verið ein túr í Náttúrulundini. Myndir frá túrini kunnu síggjast her.
Mirjam, Hanna, Sigrid og June-Eyð
Setursskúli
Vit hava havt ein sera góðan túr í Vík. Børnini hugnaðu sær, vit vitjaðu kirkjuna, gingu niðan til minnisvarðan og gingu ein túr niðan í Kluftá. Stuttligt og gott :)











Grækarismessa
Grækarismessa Á Grækarismessu í regninum fóru 2. og 3. flokkur ein túr yvir í Náttúrulundina at vita, um vit sóu nøkur tjøldur. Nøkur vóru heppin at síggja nøkur fáa, men annars var ikki nógv at síggja. Tó høvdu vit ein góðan, vátan og kaldan túr. Heimkomin í skúlan kliptu vit nøkur fitt tjøldur at heingja upp í stóru vindeyguni í klædnarúminum.
Góða grækarismessu!
Vinarliga Mirjam og June-Eyð








