Boðklivin

Dansk stil til 14. april

Góðu foreldur

Í sambandi við at várveitslan í hádeildini verður fríggjadagin 24. februar, hava vit frætt, at næmingar ætla sær til eitt eftirball í Hósvík eftir veitsluna í skúlanum. Skúlin vil gera vart við, at skúlin hvørki stuðlar ella hevur ábyrgd av hesum tiltaki og eru tað tí tit foreldur, sum mugu taka avgerð um barn tykkara, skal til hetta tiltakið ella ikki.

Várveitslan í skúlanum verður hildin í andanum av SSP, uttan rusdrekka.

Vinarliga

Leiðslan

Enskur stílur til 8/3-23

Eg boða tykkum foreldrum frá, at eg fari úr starvinum, sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin fríggjadagin 31.03.23. Eg havi valt, at fara í annað starv.

Barna og Undirvísingarstýrið kemur í næstum, at lýsa starvið leyst og verður væntandi nýggjur stjóri settur til Skúlin við Streymin frá 1. apríl, at rokna.

Eg havi havt nøkur fantastik ár her á skúlanum og vil takka tykkum foreldur fyri gott samstarv.

Vinarliga

Sonni Djurhuus, skúlastjóri

Boðklivin 9 A

FØ stílur

Dansikapping um besta dansibólk 2023

Miðnám í Vestmanna

Innbjóðing til kunning um Tilfeingisbreytina : Miðnám í Vestmanna bjóðar næmingum í 9. og 10. flokki til kunning um útbúgvingartilboð á Tilfeingisbreytini. Tit eru vælkomin at vitja okkara skúla. 

Faklærarar koma at vísa nakrar spennandi starvsstovuroyndir í lívfrøði, alisfrøði, tilfeingisfrøði og evnafrøði, har tykkara næmingar fáa høvið at taka lut í undirvísingini. 

Á hesari breytini verður dentur lagdur á at læra um gagnnýtlsu av tilfeinginum í føroysku náttúruni, umframt frálæru innan aðrar spennandi og fjølbroyttar lærugreinar. 

Miðnámsprógvið á Tilfeingisbreytini gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar. 

Hóskvøldið 23. februar kl. 20 - 22 verður skipað fyri kvøldsetu á Miðnámi í Vestmanna við kunning um Tilfeingisbreytina o.a.

Vinaliga

Eyðun Leo, Tel 21 04 96, Miðnám í Vestmanna

Várveitslan verður fríggjadagin 24. febraur 2023 frá kl. 16.00-21.00. Seinasta freist at tekna seg til várveitsluna er 9. februar 2023. Kostnaðurin er kr. 180,00.

Føroyskt uppgávur

Dansk

Reglur

https://ibok.nam.fo

Dansk grammatik-opgaver online:

https://dansk.tjek.net/opgaver