Skúlin

Skúlin við Streymin

Tilsamans eru 209 næmingar í 1.–10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum; Lonin.

10. floks tilboðið eitur eNám og verður skipað í samstarvi við Fuglafjarðar- og Stranda skúla.

28 lærarar, 5 námsfrøðingar og 3 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk eru á skúlanum.

Í Sunda kommunu eru umframt SvS eisini Hósvíkar- og Hvalvíkar skúli, har næmingar ganga í 1.-3. flokki og halda fram í 4. flokki í SvS.

Eisini er samstarv við Eiðis skúla, hvørs næmingar halda fram í hádeildini í Skúlanum við Streymin.