Lestrarvegleiðing

Lestrararvegleiðan í Skúlanum við Streymin:

Jens Pauli G. Nolsøe
Telefon: 223 260
Teldupost: jens.pauli.g.nolsoe@skulin.fo

Yrkis- & Miðnámsútbúgvingar

Talgilt umsóknarblað: www.innskriving.fo (seinasta freist er altíð 15. mars)

Vanliga 15. februar kl. 12:00 verður møguligt at søkja á miðnám umvegis www.innskriving.fo.

Pappírsútgávan og vegleiðing kunnu takast niður av heimasíðuni hjá www.uvs.fo.

Faldarar til yrkisnám og gymnasialt miðnám eru prentaðir og verða bornir út á framhaldsdeildirnar í komandi viku. Faldararnir kunnu eisini takast niður av heimasíðuni www.uvs.fo.

Sjálvvirkandi heintan av upplýsingum

Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum Skúlin við Streymin skrásetur støðu- og próvmet í. Tvs. at skipanin heintar sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram.

GG: Dópsbræv skal umsøkjarin sjálvur festa við!

Viðkomandi slóðir

Gev gætur

Fólkaskúli merkir vanliga 9. floksprógv. Til summar av útbúgvingunum kann tað tó vera ein fyrimunur at hava 10. floks-prógv. Tað veldst einamest um, hvussu búgvin næmingurin er, og um fakligar førleikar.