11.09.23

Næmingarnir í Skúlanum við Streymin á altjóða lesidegnum

Fríggjadagin var ein øðrvísi lesiløta í Skúlanum við Streymin

Fríggjadagin 8. september 2023 høvdu bókavørðarnir í Skúlanum við Streymin skipað fyri ein øðrvísi lesiløtu í samband við, at tað var altjóða lesidagur. Allir næmingar høvdu fingið sær ein bók at lesa og tey vórðu biðin um at taka antin eitt teppi ella ein soviposa við í skúla hendan dagin. Fyrst greiddu bókavørðarnir frá og síðan greiddu tey frá Føroyum lesa frá um týdningin av at lesa. Síðan varð farið í ymisk støð á skúlanum, har lisið varð fyri næmingunum og eftir hetta lósu tey sína egnu bók. Næmingarnir endaðu við at fáa kakao og bollar. Tríggir góðir og øðrvísi skúlatímar