05.06.23

Mirjam Zachariasen er nýggjur varaskúlastjóri

Mirjam Zachariasen byrjaði í starvinum 1. juni og fer at átaka sær farloyvisstarvið sum varaskúlastjóri á Skúlanum við Streymin fram til 03/2025 - les meira.

4 umsóknir vóru til starvið.

Skúlaárið 2021-22 var hon í sama starvið.
Eftir drúgva út-/uppíbygging er tíðin búgvin at menna innaru karmarnar. Mirjam hevur holla vitan um skúlan og greiðar ætlanir fyri virksemi skúlans framyvir.

Útfrá eini heildarmeting og við støði í teimum uppgávum, sum skulu loysast, er starvið sum varaskúlastjóri sett.

Mirjam hevur verið álitispersónur á skúlanum. Hon hevur m.a. verið leiðari í førleikastovuni umframt at taka ábyrgd, tá tørvur er á tí.

Við ynskjum um bestu eydnu í starvinum.