06.03.23

Framløgur fyri foreldrum og næmingum í 9 fl. og 10 fl. 

Kunning og skrá kl. 18:30 hósdagin t. 09 mars í Skúlanum við Løkin (Runavíkar kommunuskúli)

Framløgur fyri foreldrum og næmingum, 9 fl. og 10 fl.  skúlaárið 2023/2024: Kunning og skrá til hósdagin 09 mars í Skúlanum við Løkin (Runavíkar kommunuskúli)

Kunning í Løkshøll um skúlamøguleikar  
Hóskvøldið 9.mars kl. 18.30 -21.30 verður kunningarkvøld í Løkshøll. Tá koma sjey skúlar at kunna um teirra virksemi, og hvat teir kunnu bjóða teimum ungu, nú tey skjótt fara úr fólkaskúlanum. Eisini kemur Vinnuhúsið at greiða frá um yrkisútbúgvingar.  
 Skúlarnir, sum koma at leggja fram, eru Føroya Eftirskúli, Heilsuskúlin, Sjónám, Húsarhaldsskúli Føroya, Háskúlin í Nesvík, Eftirskúlin Brúgvin og Føroya Fólkaháskúli.  
Umframt at hava eina framløgu í Løkshøll koma skúlarnir at seta básar upp í kantinuni, har tey vitjandi kunnu fáa meir at vita um skúlatilboðini.   
Kunningarkvøldið er eitt samstarv millum skúlavegleiðararnar í Fuglafjarða, Tofta, Stranda, Runavíkar skúla og skúlan við Streymin.   
Endamálið við tiltakinum er, at næmingar saman við foreldrum teirra nema sær kunning um føroysku skúlatilboðini, sum standa teimum í boði.   
Tiltakið er alment, og eru øll vælkomin.   
 

Skrá:

18.30: Vælkomin og fraløgurnar byrja
18.35: Føroya eftirskùli
18.50: Heilsuskùlin
19.05: Vinnuhùsið
19.30: Sjónam
19.45: kaffi og básavitjan
20.15: Hùsarhaldskùli Føroya
20.30: Háskùlin ì Nesvìk
20.45: Føroya Fólkaháskùli
21.00: Eftirskùlin Brùgvin
21.15: kaffi og básavitjan
21.45: liðugt