10.02.23

Skúlastjóri til Skúlan við Streymin

Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin. Í Skúlanum við Streymin eru tilsamans 209 næmingar í 1. –10. flokki, íroknað ein serflokk við 12 næmingum. 28 lærarar, tríggir námsfrøðingar og fýra námsfrøðiligir stuðlar starvast í skúlanum, umframt heilsufrøðingur og húsavørðar. Starvið verður sett frá 1. apríl 2023.

Umfatandi dagføringar við um- og uppíbygging eru gjørdar í Skúlanum við Streymin seinastu árini,
umframt at ítróttahøll er bygd, so talan er um nýmótans skúla við øllum hentleikum. Skúlin samstarvar við hinar báðar skúlarnar í kommununi, Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla, sum hava næmingar í 1. – 3. flokki og við Eiðis skúla, har næmingarnir halda fram í hádeild í Skúlanum við Streymin.

Um starvið
Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Skúlastjórin skal virka fyri góðum trivnaði millum starvsfólk og næmingar og góðum samstarvi millum skúla og heim og skal í samstarvi við foreldrini virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning bæði fakliga og sosialt.

Starvið verður sett frá 1. apríl 2023 ella skjótast gjørligt.

Førleikakrøv

  • Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar, starvsroyndir í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir. Harumframt er tað ein fyrimunur at hava skeið ella útbúgving í leiðslu.
  • Førleika at loysa truplar støður og takaneyðugar avgerðir.
  • Vilja og evni at menna skúlan til framtíðar tørv og krøv.
  • Duga at orða seg á góðum føroyskum máli

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum við Streymin. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 43.691,44 umframt 17% í eftirløn.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í hendi í seinasta lagi 1. mars 2023.

Umsóknin verður stílað til:

Barna- útbúgvingarmálaráðið Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella við t-posti: bumr@bumr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen,
undirvísingarleiðara, tlf. 555044.