Boðklivin
Admiral firvaldar
Hósdagin kl.11 var gleðisrómur inni í 2.flokki. Leingi hava vit fylgt spent við ormverunum, sum ótu sera stórar og sterka, og síðani umskapaðu seg til reiðverur. Men hósdagin bleiv lítið roknað inni í tímanum hjá Sigrid, tí bráddliga var eina hylki tómt, og ein flottur Admiralur fleyg inni í lítla vakstrarhúsinum. Síðani tá eru tveir komnir aftur at, og vit bíða spent til hinir tríggir koma úr hylkinum.