Boðklivin

Fjørutúrur og pannukøkur í urtagarðinum hjá Sigrid

Týsdagin vóru vit ein deiligan túr saman við 2.flokki. Vit gingu eftir fjøruni á Oyrarbakka, og fóru síðani niðan í urtagarðin hjá Sigrid. Har sóu vit nógv vakurt, blómur, jarberja plantur, og so fittar staraungar væl krógvaðir í reiðrinum. At enda fingu vit vælsmakkandi pannukøkur frá Schandorff. Ein spontanur og væleydnaður túrur.