Boðklivin 7.a

Næmingaframløgur í enskum

Dansk

Føroyskt

Góðu foreldur

Í samband við at tað nú er desembur, skulu næmingarnir hava ein pakka við í skúla hvør. Í pakkanum skal vera bomm, sum kostar 30 kr. Vit velja ein dag, har vit spæla pakkaspæl, og so fáa allir næmingarnir hvør sín pakka.

Ta síðstu vikuna áðrenn jól fara vit at hava eina øðrvísi skúlagongd. Tá verða verkstøð, jólabio, jólamatgerð o.a. á skránni. Tit fáa nærri boð um hetta í næstu viku.

Við jólakvøðu

Anita og Hansa 
 

 

Góðu foreldur

Av serligum ávum eri eg ikki at hitta í skúlanum fyri summarfrítíðina.

Um tit ynskja at samskifta við ein lærara í flokkinum, eru tit væl komin at kontakta Hansu (283277) ella Saru (286282).

Vinaliga

Anita Simonsen

Evnisvika í miðdeildini

Evnisvika, yvirlit yvir dagarnar

Góðu foreldur                                                                                                        29.apríl'21

Hesar vikurnar hava verið merktar av, at skúlagongdin ikki er júst tann sama sum vanligt. Næmingarnir hava vant til landsroyndir, teir hava havt undanlandsroyndir, og hesa vikuna hava teir verið til tær veruligu landsroyndirnar.

Næmingarnir hava sum heild verið hugagóðir, og teir hava óivað lært nakað av at venja tað, teir duga, og at royna at læra seg nakað, sum tey ikki høvdu lært so nógv um áður.

Í komandi viku fara vit at hava myndatøku, og vit fara á seturskúla. Í viku 22 fara vit at hava eina evnisviku, har dentur verður lagdur á, at vit fara at vera nakað úti í náttúruni.

Sí annars kunning í vikuætlanini.

Blíðar heilsur

Anita og Hansa

 

 

Føroyskt

Góðu foreldur                                                                               27.feb.´21

Eg vil bara minna á, at næmingarnir hava langar skúladagar, og tí er neyðugt við einum góðum matpakka. Deil helst matpakkan í tvey, tí at vit eta lítlan matpakka kl.9.25 og ein størri matpakka kl.11.40.

Um tit bestilla frá "matpakkin.fo", so er neyðugt at hava ein lítlan matpakka eyka, tí at næmingarnir fáa ikki tann matpakkan fyrrenn kl.11.20.

Vinaliga

Anita og Hansa


Ítróttur og Svimjing


6.flokkur hevur svimjing og fimleik soleiðis:

Maka vika: 6.a Ítrótt

Ómaka vika: 6.a. Svimjing

png-mynd : Næmingayvirlit: Handaverk og list (Køk, hondarbeiði og evning) 

Góðu foreldur                                                                                                                  6.feb.'21

Eg eri sera fegin um at siga, at mánadagin 8.feb. kemur Hansa aftur. Hon yvirtekur tá støddfrøðina og tað tilhoyrandi heimaarbeiðið í flokkinum. 

Sum tit óivað hava lagt til merkis, hava næmingarnir lisið í bókini Veingjaða myrkrið, sum er ein tekst- og myndabók, sum William Heinesen hevur skrivað og Edward Fuglø hevur myndprýtt. Landsmiðstøðin eigur bókina, og vit fara at brúka hana í nakrar vikur fram.

Ein nýggj genta er komin í flokkin. Hon eitur Jennifer, og hon kemur at vera hjá okkum í á leið tveir mánaðir. Hon tosar danskt og enskt og skilir nakað av føroyskum. Vit ynskja, at hon kennir seg væl í flokkinum, og at hetta verður ein góð tíð fyri hana.

Í skúlanum fara vit tí at tosa eitt sindur meira enskt í tímunum, og vit fara at arbeiða við tilfari til samansjóðing av ymsum slagi.

Blíðar heilsur

Anita

Góðu foreldur

Eg vóni, at tit øll eru komin væl inn í tað nýggja árið. 

Skúlin er byrjaður aftur, og onkur broyting er í flokkinum, sum eg haldi, at tit sum foreldur skulu kunnast um. 

Støddfrøðislærarin er vorðin sjúkrameldaður fram til 8.február. Hetta er sjálvandi óheppið fyri flokkin, men vit ynskja læraranum góðan bata og alt tað besta hesa tíðina.

Enn er ikki heilt greitt, hvør kemur at taka støddfrøðistímarnar, men eftir avtalu við leiðsluna, komi eg at leggja heimaarbeiðið í støddfrøði út á vikuætlanina. 

Kunnu tit fylgja við, um barn tykkara hevur roknað tað í skúlanum, sum stendur í vikuætlanini fyri dagin? Um tey ikki vórðu liðug, kunnu tit so fylgja við, at tey gera rest heima?

Hetta fyri at næmingurin skal fáa sum mest burturúr.

Um heimaarbeiðið tykist ov rúgvismikið ella ov torført, kunnu tit ringja ella skriva til mín, so finna vit eina loysn. 

Blíðar heilsur

Anita

 

 

Góðu foreldur

Í samband við at tað nú er desembur, skulu næmingarnir hava ein pakka við í skúla hvør. Í pakkanum skal vera bomm, sum kostar 30 kr. Vit velja ein dag, har vit spæla pakkaspæl, og so fáa allir næmingarnir hvør sín pakka.

Ta síðstu vikuna áðrenn jól fara vit at hava eina øðrvísi skúlagongd. Tá verða verkstøð, jólabio, jólamatgerð o.a. á skránni. Tit fáa nærri boð um hetta í næstu viku.

Við jólakvøðu

Anita og Hansa 
 

 

Tónleikur


Hey foreldur í 6.a 

Vit hava nú endiliga eina tónleikastovu aftur. Hon er í skálanum í gamla skúla, og vit hava møguleika fyri at brúka okkurt hølið útfrá skálanum eisini. Hetta gevur okkum møguleikar til at arbeiða í bólkum og skipa okkum á ymsar mátar. 

Í 6.a eru vit farin at venja orkesturvenjing. Tað vil siga, at næmingarnir eru settir á hvør sítt instrument - klaver, guitar, bass, trummir og sang - og hetta venja vit fyrst hvørsær og síðan seta vit tað saman tá vit eru klár. Hesi instrumentir kunnu blíva skift til næsta sang, men her í 6. flokki havi eg lagt merki til, at fleiri næmingar hava "funnið sítt instrument". 

Øll venja ikki sítt ljóðføri í senn. Meðan ein bólkur venur ljóðføri, loysa hini uppgávur á Meludia, ið er eitt mennandi tónleikaprogram til fólk í øllum aldrum og á øllum stigum. Tá tey hava loyst tað avtalaða, og ikki skulu venja við mær, kunnu tey pausa við skili.

Tað er spennandi at undirvísa tykkara børnum og eg vóni at tey fara at fáa nógv burturúr tónleikaundirvísingini í ár  :) 

Vh Vanja

 

Næmingarnir hava fingið skriv heimvið viðvíkjandi viðtalunum, sum vera 4. og 11.nov.

Vh Anita og Hansa

Góðu foreldur

Hós- og fríggjdag í viku 44 eri eg á skeið hjá Nám. Annar lærari tekur tímarnar hjá mær í flokkinum.

Viðvíkjandi foreldraviðtalum fara vit at hava hesar 4. og 11.november. Næmingarnir fáa skriv heimvið, har tíðirnar standa á. Eru tit í iva um nakað, kunnu tit seta tykkum í samband við meg á telefon: 274042. 

Vh Anita

Faldari skúlastýrisvalið

Hevur tú valrætt til Skúlastýrið?

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Streymin. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tí skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin í eitt fýra ára skeið. Kunning um uppstillingarfund o.a. kemur seinni.

Skúlin við Streymin ynskir at kunna/heita á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan við Streymin. Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum við Streymin verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin kemur at liggja frammi alment dagar áðrenn valið og hetta verður kunnað um seinni.

Um tit ynskja at kanna og tryggja tykkum, at tit hava valrætt til skúlastýrisvalið, kunnu tit senda Jóhannu Olsen ein teldupost á johanna@sunda.fo.

Vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Minnist til at binda um skúlabøkurnar

Í bókabúðum runt um í landinum fáast "pløgg", ið ein kann koyra rundan um bøkur. Hesi eru ikki so dýr, og tey kunnu nýtast umaftur. Tey eru sera løtt at smoyggja um bókina og eru sera brúkara- og umhvørvisvinalig. Sjálvandi kunnu tit eisini binda pappír um bókina, um tað tykist lættari :)

Góðu foreldur                                                          25.sep.20


Vegna vanda fyri koronusmittu verður foreldrafundurin, sum skuldi vera síðst í mánaðinum, avlýstur.


Um vit ikki meta, at tað er ráðiligt at hava felags foreldrafund eftir heystfrítíðina, fara vit at hava viðtalur ístaðin. Tit frætta nærri seinni.


Vinaliga


Anita og Hansa

Góðu foreldur :)                                                                        10.sep.2020        

Vit fara at bjóða til foreldrafund í 6.flokki síðst í hesum mánaðinum. Tit fáa nærin boð seinni.

Vinaliga Anita og Hansa

Vit eru úti í fríkorterinum            Dato: 04.09.20

Tá veðrið ikki er av tí besta, mugu børnini hava góð klæðir við.  

Góðu foreldur :)

Eitt nýtt skúlaár er fyri framman. Bæði næmingar, foreldur og lærarar hava óivað verið spent at byrja eitt nýtt skúlaár.
Skúlaárið er tó byrjað við korona, og hetta merkir, at vit mugu vísa varsemi í skúlanum.
Tað gera vit m.a. við, at vit halda frástøðu frá øðrum flokkum - í tann mun tað ber til. Vit vaska og spritta hendur, flokkarnir hava hvør sítt ves, vit hava ikki felags morgunsang, og vit eru í fríkorter saman við 6.b og ikki saman við allari miðdeildini, sum vit annars eru von við. Útyvir hesi tiltøk er skúladagurin ikki so nógv merktur av korona.
Tað er av alstórum týdningi, at næmingarnir trívast og læra í skúlanum, og vit ynskja at gera tað, sum vit kunnu fyri, at hetta skal bera til.
Hesa vikuna hava vit havt nakrar góðar løtur saman í flokkinum. Sjey dreingir og sjey gentur, sum eru fryntlig og arbeiðssom.
Vit ynskja at hava eitt gott samstarv við tykkum, og tí vilja vit heita á tykkum um at siga frá, um eitthvørt er, sum vit burdu vitað; tað veri seg um tykkara barn ella um flokkin sum heild. Hetta fyri at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri tann einkulta næmingin og flokkin sum heild. Hava tit spurningar viðvíkjandi onkrum, eru tit eisini væl komin at ringja ella skriva.

Blíðar heilsur

Anita og Hansa

 

Ársætlanir fyri 6.a