22.09.26

Seyðabløðrukapping

Les meira

Nú slaktið nærkast kunnu tit aftur í ár blæsa seyðabløðrur og taka tær við í skúla. Bløðran skal hanga heima og turka í 14 dagar, og síðan kanst tú taka hana við í skúla. Allar bløðrurnar kunnu síggjast á bókasavinunum, og tú ert við í lutakastinum um ein vinning. Tann, ið eigur størstu bløðruna fær heiðursbræv. Spennandi at vita, hvussu nógvar bløðrur vit klára at samla í ár.