10.09.26

Rørsluvika 14.-18. sep 2026

Klára vit at koma runt føroysku strandalinjuna?

Komandi viku frá 14.-18. september eru vit í Skúlanum við Streymin partur av rørsluvikuni, sum Ítróttarsamband Føroya skipar fyri. Vit eru aktiv hvønn dag og felags endamálið hjá øllum teimum sum luttaka er at koma runt føroysku strandalinjuna sum er 1.291.557. Vit vóna at øll taka væl undir við átakinum.