24.05.26
Starvslýsing - serøkið
Freist: frí. 5. juni
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2026-27
Á SvS er talan um:
- 1 tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar
- 1 námsfrøðingur, brot á 0,75
Lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skúlin við Streymin hevur 230 næmingar í 1.-10. flokki, 30 lærarar, 5 námsfrøðingar umframt onnur starvsfólk.
Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi fríggjadagin 5. juni 2026.
Sendast til svs@svs.fo
Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til Marjun I. Stauss, skúlastjóra
marjun.stauss@skulin.fo / tlf. 25 70 69.
G.G. Lýsingin verður uppdaterað við nærri kunning. Tó eru hasi størvini leys at søkja.