05.05.26

Sera spennandi fyrilestur til skúlastýris fundin 7/5.

Skúli og heim í 2020’unum – krøv, avbjóðingar og møguleikar

Samfelagið er nógv broytt seinastu 10 árini, og fólkaskúlin – sum er ein av týdningarmiklastu stovnunum í samfelagnum – er eisini nógv broyttur um somu tíð. Í hesum upplegginum fara vit at hyggja at ymiskum kanningum, ið varpa ljós á:

 

•    hvussu næmingar trívast og læra í dagsins skúla

•    hvussu lærarar lýsa lærarayrkið í okkara tíð

•    hvussu foreldur kunnu stuðla børnum sínum í skúlagongdini – og samstundis stuðla læraranum í hansara arbeiði

 

Bh.

HH