
Starvslýsing
Freist hós. 8. mai 2025.
Hevur tú fakligt høgt støði, góðan arbeiðsmoral/uppmøting og positivan hugburð,
so hevur tú rættan profil til Skúlan við Streymin!
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2025-26
Á SvS er talan um:
- 6 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar
- 1 fast starv
- 1 námsfrøðingur á brot 0,75
Tørvur er á lærarum at undirvísa í støddfrøði grund og mið, mál, enskt í mið og tónleiki. Hvat fakøki verður prioriterað at menna, velst um innkomnar umsóknir.
Lýsing til serflokk skúlans kemur skjótt.
- Lærarar og námsfrøðingar vælkomnir at søkja.
*Tørvur er á starvsfólki, sum hevur árræði, arbeiðir sjálvstøðugt og brennur fyri at skipa eitt mennandi og gott sertilboð, sum brynjar næmingarnar til vaksna lívið.
Lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skúlin við Streymin hevur 230 næmingar í 1.-10. flokki, 26 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk.
Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa, hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan!
Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi seinast hós. 8. mai 2025.
Sendast til svs@svs.fo.
Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til skúlastjóran, Marjun Stauss: marjun.stauss@skulin.fo; tlf. 25 70 69.