14.06.24

Ársins lesiátak - vit vunnu :)

Í dag vóru vit so heppin at fáa vitjan av tveimum umboðum fyri Føroyar lesa. Tær kunngjørdu, at okkara skúlabókasavn hevði vunnið kappingina Ársins lesiátak 2024, við okkara lesiátaki "les gular bøkur". Vit eru sera errin av hesum, og tað er stuttligt, at okkara skúlabókasavn fær ein sovorðnan heiður :)

Næmingarnir fingu 1 mini egg pr. 10 síður. Tað bleiv til 35 kg av eggum og kostaði á leið 7000 kr :-)