
Starvslýsing 2024
Freist frí. 14. juni.
Hevur tú fakligt høgt støði, góðan arbeiðsmoral/uppmøting og positivan hugburð,
so hevur tú rættan profil til Skúlan við Streymin!
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2024-25
Á SvS er talan um:
- 5 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar
- 1 fast starv
- 1 námsfrøðingur á brot 0,75
*Tørvur er á lærarum at undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum, støddfrøði og mállærugreinunum. Hvat fakøki verður prioriterað at menna, velst um innkomnar umsóknir.
Í Lonini (sertilboð skúlans) er talan um:
- 1 námsfrøðingur á brot 0,75
- Lærarastarv við avlopstímum
*Tørvur er á starvsafólki, sum hevur árræði, arbeiðir sjálvstøðugt og brennur fyri at skipa eitt mennandi og gott sertilboð, sum brynjar næmingarnar til vaksna lívið.
Lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skúlin við Streymin hevur 220 næmingar í 1.-10. flokki, 30 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk.
Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa,
hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan!
Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi seinast frí. 14. juni 2024. Sendast til svs@svs.fo. Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til skúlastjóran, Marjun Stauss: marjun.stauss@skulin.fo; tlf. 25 70 69.
(Lagt út 31/5 og aftur 13/6)