15.05.24

Ársfundur hjá Skúlastýrinum (uppdaterað)

Hóskvøldið 16/5 kl. 19.00 verður árligi ársfundurin hjá Skúlastýrinum.

Eins og síðsta ár kemur umboð fyri Føroyar Lesa at hava ein fyrilestur.
Valið fall enn einaferð á Føroyar Lesa, tí Okkara skúlabókasavn hevur gjørt so nógv fyri at kveikja undir lesingina hjá næmingunum á skúlanum, og vilja vit tískil framhaldanda seta sjóneykuna á týdningin av at lesa fyri og saman við børnunum og soleiðis kveikja undir teirra egna lesihug.

Thordis D. Hansen og Sara Dybvad, sum vara av Okkara skúlabóksavni hava somuleiðis eitt innslag undir heitinum "Hvussu kunnu vit eggja børnunum at lesa" og greiða m.a. frá átøkunum, sum hava verið hetta skúlaárið og hvørjar ætlanir eru framyvir.

Lesing er ein leið inn í ein annan heim.. Tað er so gott og gevandi at lesa! :-)

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Leinkja, Føroyar Lesa

 

Vegna Skúlastýrið, Beinta Lisberg (forkvinna)