09.04.24

Nordplus í Finnlandi

6 næmingar úr framhaldsdeildini á ferð (uppdaterð 15/4)

"Unge sprogpiloter í Norden"

Farna heyst fingu vit á Skúlanum við Streymin vitjan av næmingum og lærarum úr 4 ymiskum skúlum í Norðurlondum - Danmark, Svørríki, Noregi og Finnlandi. Ætlanin er, at øll vitja øll, tó er nakað av útskifting bæði av lærarum og næmingum. Høvuðssamskipararnir eru tó við á øllum vitjanunum.

Hesaferð lá leiðin, sum nevnt, til Finnlands.

Á ferðini verður samskift á egnum máli ella á einum skandinaviskum málið og verður so vítt møguligt umgingist at snakka enskt. Við hesum verður varpað ljós á felagsskapin og felagsstøðið okkara millum.

Á hvørjum túri verður ávíst evnið umrøtt. Í Føroyum varð arbeitt við orkuloysnum. Øll londini høvdu hvør sína framløgu, sum lýsti støðuna í egnum landi og á tann hátt síggjast líkheitir og ólíkheitir og ber til at skifta orð um hesi viðurskifti.

Í Finnlandi var evnið "javnrættindi" og í Noregi komandi heyst verður evnið "Sálarheilsa; Heimsmál nr. 3".

Umframt fakliga partin av túrinum varð farið eina útferð at vitja eina tjóðarpark. Eisini var møguligt at fara ein túr í Spa og sauna, sum hoyrir einum Finnlands túri til.

Ein sera væl eydnað ferð og framúr fittir og fyrimyndarligir næmingar vóru við á ferðini, sum umboðaðu skúlan og land okkara sera, sera væl. Vit eru stolt av teimum! :-)

Við á ferðini eru:

  • Anna J Johannesen, Streymnes (e-Nám)
  • Hennie M R Samuelsen, Norðskáli (e-Nám)
  • Poula Hammer, Eiði (e-Nám)
  • Andrea K á Rætt, Oyrarbakki (9a)
  • Jógvan Karstin í Løðuni, Eiði (9b)
  • Silvurlín S. Jóhansdóttir, Streymnes (9b)

Saman við Biritu Sigmundsdóttir, Saru Dybvad og Marjun I. Stauss