21.02.24

Lesiátak - Les gular bøkur

Aftur í ár lesa vit "Gular bøkur" í føstutíðini - tvs. bøkur, sum hava eitt hvørt gult á permuni.
Vit byrja týsdagin 13. februar og halda fram til fríggjadagin 22. mars.

Tríggjar lesiløtur verða fyri allan skúlan.

Foreldur eru hjartaliga vælkomin við til lesiløtuna í mars, sum verður kl. 9.50.

Mannagongdin er soleiðis, at tá ein bók er lisin, skal eitt bókaummæli gerast og latast inn á bókasavninum.
Fyri hvørjar 10 síður fær man eitt miniegg + ein lutaseðil.
Fríggjadagin 22. mars verður lutakast um eitt stórt páskaregg og sjálvandi eisini bøkur.

Næmingar, starvsfólk og læraralesandi eru við í lesiátakinum.

Skúlin eggjar næmingum at lesa og hevði tað glett okkum, um heimini eisini eggja børnunum til at lesa.

Meira ein lesur, betri lesivenjing kemur ein í.

Eitt hugskot er, at tit hava eitt lesiátak heima. T.d. at alt húskið lesur saman í 20-30 minuttir hvønn dag.
Tit eru hjartaliga vælkomin at senda okkum hugskot um, hvussu ein kann gera heima, fyri at skapa eina hugnaliga lesiløtu.

Øll - foreldur og næmingar eru altíð hjartaliga vælkomin at lána bøkur á skúlabókasavninum.

Øvelse gør mester. Góðan lesihug! :)