05.02.24
Okkara næmingar á tingi
Í dag var Ungdómstingið sett og vit í Skúlanum við Streymin hava fýra næmingar við. Tey, sum umboða okkum eru Adrian og Sissal í 9.b. og Ári og Kristian Martin í 9.a. Tey hava bæði lagt uppskot fram og gjørt viðmerkingar. Tey vóru ófør. Tingfundur verður aftur í morgin :)
Poula Hammer av Eiði, sum gongur í 10. flokki, er í starvslæru í Kringvarpinum, og hevur í sambandi við Ungdómstingið gjørt innslag fyri KVF.