07.09.23

Unge sprogpiloter i Norden

Frásøgn frá fyrireikingum til Unge sprogpiloter. Skjótt fáa vit í Skúlanum við Streymin vitjan.

Týsdagin 5. september skuldu vit fyri fyrstu ferð hitta øll úr Unge sprogpiloter i Norden.

Ætlanin var, at vit skuldu hitta næmingar úr Svøríki, Danmark, Noregi og Finnlandi á Teams. Tíverri høvdu tey úr Finnlandi misskilt tíðina, og tí hittu vit bert næmingarnar úr Svøríki, Danmark og Noregi.

Fyrst og fremst møttust øll saman við lærarum, og seinni vórðu vit deild í smærri bólkar, við einum lærara í hvørjum bólki. Endamálið við hesum var at læra hvønn annan betri at kenna. Hvør bólkur hevði ein næming úr hvørjum landi, undantikið vit. Vit vóru tvey í hvørjum bólki, uttan einum.

Vit høvdu fingið nakrar spurningar seinnapart mánadag, sum vit skuldu svara, tá vit hittust á Teams týsmorgun. Hetta var fyri at fáa samrøðuna at koyra. Tað halda vit eydnaðist ógvuliga væl. Vit hildu hetta vera áhugavert, men samstundis vóru vit fjálturstungin.

Vit óttaðust, at vit ikki fóru at skilja øll, og um tey fóru at skilja okkum. Vit funnu skjótt útav, at um øll tosa seint og týðiligt, so var eingin trupuleiki at skilja hvønn annan.

Nú gleða vit okkum at læra tey betur at kenna, og vóna at tey gleða seg at koma til Føroyar, eins og vit gleða okkum til tey koma. :)