01.09.23

10. flokkur við í NordPlus verkætlan

Unge sprogpiloter i Norden

Í 2021 var Sara L Dybvad í Finlandi til “Sprogpiloterne”. Úr hesum kom eitt Norðurlendskt samstarv millum Skúlan við Streymin, ein skúla í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi burturúr. Felags fyri allar hesar skúlar er, at teir ikki liggja í stórbýum. Í september 2022 vóru Sara og Birita Sigmundsdóttir í Vejle á fyrireikandi fundi til hetta samstarv. Hetta hevur við sær, at vit nú kunnu vísa á eina nýggja NordPlus verkætlan, ið verður nevnt “Unge sprogpiloter i Norden”. Verkætlanin hevur við sær, at allir næmingarnir, sum eru við, arbeiða við somu evnum og spurdómum. Talan er um næmingar í hádeild, serliga E-nám. Í Skúlanum við Streymin bjóða vit, í oktober 2023, hinum londunum á vitjan. Tá skulu vit arbeiða við øðrvísi orkuloysnum í Føroyum og hinum Norðanlondunum. Í februar gongur leiðin so til Finnlands, har sjey næmingar úr 10. flokki kunnu søkja um at verða sendifólk fyri Skúlan við Streymin. Verkætlanin heldur fram skúlaárið 2024/25 og 2025/26.