
Leys størv skúlaárið 2023-24
Hevur tú fakligt høgt støði, góðan arbeiðsmoral og positivan hugburð,
so hevur tú rættan profil til Skúlan við Streymin!
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2023-24.
Á SvS er talan um:
- 1 fast lærarastarv
- 5 tíðaravmarkað lærarastørv fyri lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar.
- 2 námsfrøðingar - annað tíðaravmarkað og 1 fast starv á brøk 0,75.
- Vikarur
*Tørvur er á lærarum í øllum deildum at undirvísa í støddfrøði, føroyskum, náttúru & tøkni, H/L og kunningarfakum.
Í Lonini (sertilboð skúlans) er talan um:
- 1 fast lærarastarv
- 2 tíðaravmarkað lærarastørv
- 1 námsfrøðing
*Tørvur er á starvsfólki, sum hava árræði og brenna fyri at skipa eitt mennandi og gott sertilboð, sum brynjar okkara næmingar til vaksna lívið.
Lærarar / lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Námsfrøðingar / lønar- og setanartreytir: Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Námsfrøðingar í skúlanum eru løntir í lønarflokki 11-22.
Námsfrøðingar í Sertoyminum eru løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk eru lønt í lønarflokki 3-9. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.00.
Skúlin við Streymin hevur 209 næmingar í 1.-10. flokki, 28 lærarar, 5 námsfrøðingar og 3 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk.
Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa,
hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan!
Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til Marjun Stauss (skúlastjóri): marjun.stauss@skulin.fo; tlf. 25 70 69.
Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi seinast hósdagin 1. Juni 2023. svs@svs.fo.
Barnaváttan verður kravd í samband við setan. [Rættað 25/05/23]