06.09.22

Píka7 og Strok

Góðu næmingar og foreldur  

Hetta er annað skúlaárið, har vit eru so heppin, at kunna lata øllum næmingum  í 1., 2. og 3., flokki Píka7, og øllum næmingum í 4., 5., 6. og 7. flokki Strok ókeypis, tí landið og kommunurnar rinda framleiðslukostnaðin. 

Í Strok hesaferð kunnu tit millum annað lesa um kelidjór, tit kunnu lesa um pappfamiljur og um heimagjørt íste. 

Í Píka7 kunnu tit ímillum annað lesa um kelidjór, um Ólav og Sigmund, sum hava lamu, ær og hønur. 

Eisini er ein góð heimasíða, sum eitur www.strok.fo – á hesi heimasíðu er mangt og hvat, tit kunnu hava gleði av.