10.05.22

Skúlastýrið bjóðar til grillhugna 17. mai 2022

Skúlastýrið bjóðar til grillhugna týsdagin 17. mai 2022. Byrjað verður kl. 11.20, tá teir fyrstu flokkarnir hava frí og síðan verður hildið á, inntil øll hava fingið. Ætlanin er, at næmingarnir koma at fáa sær so hvørt, sum teirra skúladagur er liðugur og tey skulu heim við skúlabussinum. Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við, bæði foreldur, systkin, ommur og abbar o.s.fr. Vinarliga Skúlastýrið í Skúlanum við Streymin.