02.05.22

Felagsforeldrafundur mikudagin 04. mai 2022

Skúlastýrið bjóðar øllum foreldrum til felags foreldrafund á Torginum 4. mai kl. 19 - les meira

Tað verður felagsforeldrafundur í Skúlanum við Streymin mikukvøldi 4. mai 2022 kl 19:00 á Torginum, sum skúlastýrið skipar fyri.

Byrja verður við einari stillari løtu, hvar vit minnast Bjørk við bøn og 1 min. tøgn

Eftir hettar verður ein framløga frá skúlastýrisforkvinnuni.

So kemur Snorri Patursson at hava eina framløgu um almennu kostráðini. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nýggj kostráð, sum eru góð fyri heilsuna og umhvørvið. Snorri hevur ein brennandi alsk til at bøta um fólkaheilsuna hjá føroyingum, við støði í føroyskari mentan, samleika og siðvenju, tó við støði í nýhugsan og kreativitet.

Vit enda við einum góðum drekkamunni.

Við vón um at nógv foreldur møta

Skúlastýrið í Skúlanum við Streymin

(Meiri kunning um skúlastyrið - les her)