10.01.22

eBøkur - fólkaskúlin

Lítlar norðurlendskar eBøkur á Atlansbib.org - les meira

Atlantbib.org - ein felagsnorðurlendsk bókaverkætlan - og er ein ókeypis yrkisportalur við norðurlendskum yrkisbókum til yngstu flokkarnar í barnaskúlanum.


Nord Plus Sprog – undir Norðurlandaráðnum – stuðlar verkætlanini, og síðan er ÓKEYPIS og krevur ikki innritan ella aðra skráseting. Tú velur eina bók og tað mál, ið tú vilt samanbera við í bæði teksti og talu.

Endamálið við síðuni er at styrkja felagsnorðurlendsku grannamálsundirvísingina og fakliga lesing, umframt at kunna um viðurskifti í londunum – søgu, landalæru og mentan á ein lætttan og atkomiligan hátt.

Tað eru næmingar og lærarar í fleiri norðurlendskum londum, ið hava skrivað og týtt bøkurnar, umframt at næmingar hava lisið bøkurnar inn. Bøkur um Danmark hava danskir næmingar og lærarar skrivað, bøkur um Svøríki hava sviar skrivað o.s.fr.

Føroyski skúlin, sum er partur av verkætlani er Skúlin við Streymin

Vitja Atlantsbib.org - trýst her