09.12.21

Góðu foreldur -

lesið vinarliga

Vit vildu ynskt, at vit kundu savnað tykkum øll her í skúlanum saman við okkum, nú vanlukka hevur rakt. Men sum støðan er nú, ber tað tíverri ikki til.

Tí hava vit fingið hetta tilfar, at leggja út til tykkum, frá Námi og Sernámi. Hetta er tilfar, sum kann hjálpa okkum og tykkum at skilja støðuna, sum tykkara børn nú eru komin í. Vit vilja tí heita á tykkum um at lesa tilfarið. Vit heita eisini á tykkum um at greiða tykkara børnum frá, at vit reagera ymiskt, og tað er heilt normalt og at allar kenslur eru ok. Í tilfarinum síggja tit eisini nøkur dømi um, hvussu tit kunnu stuðla og vegleiða tykkara børnum, um tey stríðast. Og ikki minst, hvussu tit eisini styrkja og skilja tykkum sjálvi. Tá støðan broytist, fara vit at bjóða tykkum øllum í skúlan, har krepputoymið eisini luttekur.

TRÝST HER at síggja skjølini

vinarliga

Skúlin við Streymin