16.11.21

KORONA-STØÐAN ÁVIRKAR SKÚLADAGIN

UPDATE ! koronatilburðum er vaksið sera nógv síðstu tíðina. Víst verður m.a. á, at tað serliga eru børn og ung, ið verða smittað í løtuni

Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar

Allir næmingar møta til vanliga tíð, og verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir:
Næmingar í 1. og 2. og 3. flokkar skulu brúka høvuðsinngongdina
Næmingar í 4. og 5. og 6. flokkar skulu brúka niðara inngongdina sunnanfyri skúlan
Næmingar í 7. og 8. og 9. flokkar skulu brúka ovaru inngongdina sunnanfyri skúlan
Næmingar í 10. flokki brúka norðaru inngongdina í niðara bygningi
Næmingar í Lonini brúka sunnaru inngongdina í niðara bygningi


Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipa sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum

Eru smittutilburðir fráboðaðir okkum fyri næmingar, sum ganga í Skúlanum við Streymin, verður í samráð við landslæknan støða tikin í hvørjum einstøkum føri um heimasóttarhald og tilmæli um at kanna seg. Næmingar verða kunnaðir í skúlanum og foreldur fáa boð frá sínum flokslærara

Vit vilja eisini fegin, at foreldur boða okkum frá smittutilburðum, so vit kunnu fylgja mannagongdunum hjá okkum og taka atlit til hvønn annan: boða frá trýst her ella á tel. 789 393

nb: um heimið fær boð um, at næmingur hevur verið í samband við ein smitttaðan, so skal næmingurin heim beinanvegin og testast. Næmingurin kann koma í skúla aftur, tá testin er negativ OG næmingurin skal testa seg aftur aftur 4. og 6. dagin eftir at hava verið í samband við smittukelduna.

nb1: Um starvsfólk ella næmingur ikki hevur fingið boð frá landslæknanum, at tey skulu í sóttarhald, kunnu tey koma í skúla, hóast tey eru partur av húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest koronavirus