16.09.21

Tíðaravmarkað lærarastarv

Okkum tørvar ein lærara í tíðaravmarkað starv 22 undirvísingartímar um vikuna skúlaárið 2021-2022 fram til 21. Juni 2022 - les meira ...

Okkum tørvar ein lærara í tíðaravmarkað starv 22 undirvísingartímar um vikuna skúlaárið 2021-22 fram til 21. Juni 2022

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndum lærugreinum:

føroyskum, donskum, lívfrøði, kristni og heimkunnleika

(Tak starvslýsing niður sum pdf-skjal - trýst her)

Í Skúlanum við Streymin leggja vit dent á:

·       læring, menning, trygd og trivnað

·       eitt mennandi samstarv millum heim og skúla

·       at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri læring

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. septembur 2021, kl.12:00

Umsóknin verður stílað til: svs@svs.fo

Nærri kunning um starvið, kann fáast við at ringja til:

Jens Pauli G. Nolsøe, skúlastjóra, á tel. 223 260

---

Í Skúlanum við Streymin eru 221 næmingar í 1. – 10. flokki umframt serskúlatilboð. Umleið 40 starvsfólk arbeiða á skúlanum