08.09.21

Náttin er ung 17. september

Tilboð til næmingar í 8. og 9. flokki

SSP-bólkurin í VEKS skipar fyri Náttin er ung fríggjakvøldið 17. september 2021 á Oyrarbakka.

Tiltakið byrjar kl. 19.00 í Skúlanum við Streymin og endar kl. 23.30.

Tiltakið er ókeypis og bussur koyrir úr Vestmanna og av Eiði til Oyrarbakka og heimaftur.

Ferðaætlanin er soleiðis:

  • Hósvík kl. 18.50
  • Hvalvík/Streymnes kl. 18.55
  • Eiði kl. 18.40
  • Bussurin koyrir heimaftur av Oyrarbakka kl. 23.30.

Sølubásur verður, har møguligt verður at keypa pitsa, sodavatn og okkurt søtt.

Ikki er loyvt at hava fartelefonir frammi til tiltakið. Um nakað átrokandi verður ber til at ringja til ein av fyriskiparunum.

Rúsevni og rúsdrekka er strangliga bannað til tiltakið. Tilmeldingarfreist til tiltakið er 13. september 2021.

Vinarliga SSP bólkurin í VEKS