Starv við Streymin / Tørvslýsing
Sí her
Lærarastarv við Streymin 2026.docx
Er tað tær vit leita eftir?
Vit leita eftir fakligari dygd, kreativiteti og góðum arbeiðsmorali.
Vit skapa ein skúla, har heildin er í fokus, og einstaklingarnir virka fyri einum felagsskapi.
Flokslærarin er grundarsteinurin undir persónligu menningini hjá næmingum, og tískil verður væntað, at at umsøkjarar hava áhuga fyri hesi spennandi uppgávu.
Tíðin er búgvin, at menna náttúruvísindaligu undirvísingina við Streymin, nú vit komandi skúlaár fáa karmar í serklassa. Ein náttúrudepil er við at vera klárur, so undirvísing í lívfrøði, alis-/evnafrøði og kunningarfakum sum heild, hava best hugsandi karmar til tess at samantvinna praksis og ástøði (sí mynd/bygningin niðri við sjóvarmálan)
Tørvur er á eisini á ymiskum øðrum fakligum førleikum, harímillum mál, heimstaðarlæra, støddfrøði, tónleikur v.m. men verður sett eftir eini heildarmeting av, hvat gevur best meining fyri menningina av skúlanum.
Ver hjartaliga vælkomin at senda umsókn til komandi skúlaár, meðan bíðað verður eftir játtanini! :-)
(G.G. Starvslýsing við freistin kemur seinni)
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2026-27
Á SvS er talan um:
- ????
Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa,
hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan.
Um tú søkir vegna náttúrulærugreinar, hevur tað serligan áhuga at hoyra praktisku erfaringarnar í starvinum við at undirvísa í fakunum. Eisini hevur tað serligan áhuga, um umsøkjari hevur royndir við at samantvinna listarligt aspekt við fakini/náttúruna. Serligar / serklassa umstøður krevja serskilt hegni til uppgávuna! Fyri rætta persónin er talan um eitt dreyma starv.
Lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Skúlin við Streymin hevur 230 næmingar í 1.-10. flokki, 30 lærarar, 5 námsfrøðingar umframt onnur starvsfólk.
Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi SEINAST ???
Sendast til svs@svs.fo
Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til Marjun I. Stauss, skúlastjóra
marjun.stauss@skulin.fo / tlf. 25 70 69.
Vælkomin at søkja, lýsingin verður uppdaterað seinni.