Boðklivin
1.flokkur vitjar Skansan og Norrøna
1-1-2 dagur
Góðu foreldur,
í gjár høvdu vit ein frálíkan 1-1-2 dag við Margáir. SSP vóru vertir fyri einum sera væl fyriskipaðum, áhugaverdum og stuttligum tiltakið.
Næmingarnir vóru raskir og vóru fúsir at royna seg sum politistar, portørar og sløkkiliðsfólk. Omaná matpakka fingu vit sunkist og sjokolátu. Dagurin endaði við einum braki, við Filip frá Hoydølum, sum spældi nøkur løg. Serliga var stuttligt, at síggja eina fulla høll av 7-9 ára gomlum børnum rópa "60´ini, 60´ini, 60´ini". Rætt og slætt ein góður dagur.
Eg leggi nakrar myndir her á boðklivan, fleiri myndir liggja úti á heimasíðuni, her.
Nú eru bert knappar 4 vikur til vit fara í summarfrí, og royna vit at halda fast í vanligari undirvísing. Tó so, eru eisini onnur ting á skrá næstu tíðina.
Fast er at seinasta vika (15.-17. juni) í skúla árinum er "útivika" , nærri kunning kemur um tað seinni. Harafturat kunnu onnur ting stinga seg upp, sum dagarnir ganga, onkur gongutúrur, meira uttandura undirvísing osv.
Væntandi fara vit útferð til Havnar týsdagin 26.juni. Vit bíða eftir svari frá SSL, so enn vita næmingarnir einki.
Ætlanin er, at vit fara suður við bussinum kl.8.30, fara út á skansan, hugna okkum og eta lítla matpakka. Sìðani fara vit umborð á Norrøna, verða víst runt og fáa pizza og sunkist. Fara síðani norður aftur við bussinum kl.12.10. Sum sagt er hetta ikki heilt komið uppá pláss enn, tit fáa nærri kunning.
GG!
Kunnu tit kanna pennahúsið hjá barni tykkara, og hyggja eftir at alt er í, sum skal verða
- Tveir blýantar
- Viskileður
- Blýantspískara
- Linjal
- Litblýantar
Vinarliga Kristianna
Stjørnuløtur
Lesing í 1.flokki
- Foreldrabræv lesing 1.flokkur.docx (74.89 KB)
- foreldrabræv (foreldrafunfur).docx (17.63 KB)
KUNNINGARBRÆV UM BETRI VINIR