Vikuætlan

Kátur køkur - Summarveitsla

Í samband við summarveitsluna sum verður í útivikuni (15-17 juni) fara vit at hava ein kátan køk, har brúk er fyri postalíni/steintoy, sum vit kunnu knúsa.
Um tit hava kasserað ella skarað postalín, sum vit kunnu fáa, kunnu tit taka tað við og geva Kristiannu tað, seinast fríggjadagin 12.juni.

Vikuætlan 4.b

Vika 24 - 2026

Mánadagur
8. juni
Bøkurnar
Hav allar skúlabøkurnar við í skúla, og ein góðan beriposa - til tilfar sum skal heim við.
Týsdagur
9. juni
Enskt
Lesa heima: s. 177 í Enskt 4. Takið bókina við í skúla. 
Túr við Norðlýsinum
Í dag fara vit túr við Norðlýsinum her í Sundalagnum. Vit hava vanliga skúlagond 1. og 2. tíma, og síðan fara vit umborð. Vit fara við bussinum úr skúlanum til Hvalvíkar kl 9:50.
Fyri at fáa ein gott upplivilsi, so er altavgerandi at vera ílatin eftir veðrinum. 
Onga skúlatasku við í skúla, men havi góðan matpakka við og okkurt drekkilsi. 
Mikudagur
10. juni
Bøkurnar
Hav allar skúlabøkurnar við í skúla og ein góðan beriposa - til tilfar sum skal heim við.
Hósdagur
11. juni
Bøkurnar
Hav allar bøkurnar við í skúla og ein góðan beriposa - til tilfar sum skal heim við
Fríggjadagur
12. juni