Vikuætlan
Kátur køkur - Summarveitsla
Í samband við summarveitsluna sum verður í útivikuni (15-17 juni) fara vit at hava ein kátan køk, har brúk er fyri postalíni/steintoy, sum vit kunnu knúsa.
Um tit hava kasserað ella skarað postalín, sum vit kunnu fáa, kunnu tit taka tað við og geva Kristiannu tað, seinast fríggjadagin 12.juni.
Vikuætlan 2. flokkur
Vika 24 - 2026
Mánadagur
8. juni
Týsdagur
9. juni
Rokning
Næmingarnir skulu arbeiða í heftinum, sum tey hava fingið. Vit gera eitt nýtt hefti hvønn týsdag fram til summarfrítíðina Nummar 5
Føroyskt
Hervør og Høgni: Lesa s.138 og 139 "Hans Andreas Djurhuus" Lesið stykkið væl, fái einn vaksnan heima at finna eina barnayrking, sum Hans Andreas Djurhus hevur skrivað og tak hana við í skúla, so fara vit at lesa tær upp og tosa um tær :).
Súlubók
Vit fara at lesa súlubókina "Lítli" lesa væl s.10 minst tríggjar ferð
Skriva eitt bræv
Tit hava fingið nøkur nøvn, ið tit skulu skriva eitt bræv til. Royn og skriva so vakurt og rætt, sum tú dugir. Hugsa um, hvat tú vilt hava við í brævið tað er loyvt at gera eina tekning og leggja hana við í brævbjálvan. Tit geva Sigrid brævbjálvan so leggur hon tey í skápið hjá tykkum, so fáa tit brøvini mikudagin.
Mikudagur
10. juni
Føroyskt
Hervør og Høgni: Lesa s.140 "Vit kunnu øll at renna dyst" Lesið stykkið væl. Vit fara at tosa um sangin og arbeiða í arbeiðsbókini
Súlubók
Vit fara at lesa súlubókina "Lítli" lesa væl s.11 minst tríggjar ferð
Tit fáa brøvini, sum inn eru komin í dag :)
Hósdagur
11. juni
Føroyskt
Einki at lesa heima, vit eru komin ígjøgnum alla bókina, so vit fara at hyggja upp á yrkingarnar/sangirnar, tit tóku við týsdagin og arbeiða í bólkum við teimum
Súlubók
Vit fara at lesa súlubókina "Lítli" lesa væl s12 minst tríggjar ferð
Fríggjadagur
12. juni
Føroyskt
Einki at lesa heima, vit eru komin ígjøgnum alla bókina, so vit fara at hyggja upp á yrkingarnar/sangirnar, tit tóku við týsdagin og arbeiða í bólkum við teimum :) Nú er skúlaárið komið at enda :) so næsta vika verða útidagar og so fara tit í summarfrí :) Takk fyri hetta árið:) Minnist til at taka bøkur við, sum skulu latast inn !!
Súlubók
Vit fara at lesa súlubókina "Lítli" lesa væl s.13 minst tríggjar ferð
Nú er skúlaárið komið at enda :) so næsta vika verða útidagar og so fara tit í summarfrí :) Takk fyri hetta árið:) Minnist til at taka bøkur við, sum skulu latast inn !!
Nú er skúlaárið komið at enda :) so næsta vika verða útidagar og so fara tit í summarfrí :) Takk fyri hetta árið:) Minnist til at taka bøkur við, sum skulu latast inn !!