Boðklivin

Heimaarbeiðið til viku 9

Til vinstru og niðanfyri eru uppgávurna, sum tit skulu rokna heima til 25. feb.

Tøppi á myndirnar (tað eru tvær), og tær gerðast stórar.

Søga 

Frá í dag av, er søga broytt til  hósdag kl 10:35, ikki sum tað hevur verið fríggjadag kl 11:50. 

Tað vil siga, at hósdag er ein tími søga og ein tími føroyskt/sangur. Fríggjadag er føroyskt.

Fyrisøgn 

Poetikus sigst at vera ein løgin stavnur. Hann er so misháttur, og summi siga, at hann stinkar. 

Poetikus er sera góður við mammu sína. Hon fortelur honum søgur og gevur honum pannukøkur.

Mamman fortelur um lítla Janus, sum hvarv í kavanum. 

Poetikus dámar væl at hoyra søgur.

Staviorð: løgin, stavnur, misháttur, stinkar, góður, fortelur, lítla, hvarv, kavanum, søgur

Danskt - "samtalekort" 

Í lesibókini "Min først læsning 2" liggur eitt samtalukort. Hetta merkir, at vit nú fara, at leggja dent á tað munnliga í donskum. 

Vit leggja dent á hugtøkini "fortæl" "beskriv" og "argumenter". Tað vil siga at næmingurin hevur fingið tað fyrst "klúvið", so er meiningin at næminguri tosa víðari. T.d. "Min yndlings årstid er sommer. Fordi at om sommeren skinner solen og den varmer så dejligt: Og når solen skinner bliver alle så glade. 

Longri nýtist tað ikki at gerast. Hetta krevur nógv venjing, og hetta fara vit eisini at gera í føroyskum. 

 

https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/grein/t%C3%AD-skalt-t%C3%BA-lesa-hv%C3%B8nn-dag

Her er ein grein frá "Føroyar Lesa", sum vísir á týdningin av, at brúka 15 minuttir til lesing hvønn dag.