27.01.26
Altjóða holocaustdagur 27. januar
Ongantíð aftur – never again
Í dag er altjóða holocaustdagur og ljós varð varpað á orsøkina til hendan dagin til morgunsang í Skúlanum við Streymin. Hjá teimum yngru, greiddi Erikka Elttør frá degnum og hjá teimum eldru hevði Rúni Bjarkhamar eina framløgu.
Myndin er frá í morgun, tá miðdeildin í SvS skipaði fyri Holocaustløtu fyri miðdeildini og 3.flokki.
Tosað varð um, hví vit halda Holocaustdag, og um hví tað enn er neyðugt at varpa ljós á tær illgerðirnar sum fóru fram tá.