27.05.21

Skrubb staðfest

Til kunnleika. Ein tilburður av skrubb er staðfestur.

Sí tíðindstubba frá Gigni 4. mars 2020.

Tá skrubb er staðfest, er neyðugt við viðgerð. Eisini er neyðugt, at øll, sum tann smittaði persónurin hevur verið í tøttum sambandi við, verða viðgjørd. Samstundis er neyðugt at gera væl og virðiliga reint heima við hús.

Um barnið hjá tykkum hevur fingið skrubb, er neyðugt at tit fylgja leiðreglunum og boða frá í skúlanum/á stovninum hjá barninum.

Í løtuni verður faldarin hjá Gigni dagførdur. Ímeðan vísa vit til kunning á heimasíðuni hjá Landslæknanum og Tjaldurs Apotekinum.