04.12.25
Jólahald hósdagin 11/12 kl. 18.00
Nú stundar til jólahaldið í komandi viku, og gleðast vit um at kunna bjóða tykkum til enn eitt hugnaligt jólahald, sum verður á leið 1t 15min - kl. 18.00 - 19.15
Aftaná verður drekka og okkurt gott til góman, sum Skúlastýrið bjóðar :-)
Vit ynskja at bjóða allari familjuni til løtuna, men ynskja eisini at minna foreldur á at hava yngru systkini hjá sær og ikki lata tey reika og órógva.
Pensjonistafelagið hevur hugnaløtu í Eydnuni sama kvøld. Heitt verður á tey, sum koma fyrst, um at parkera longst burtur. Sunnan fyri skúlan og uttan fyri kommununa. Takk fyri.